Leggja nýtt undirlag á tennisvøllin

Tennisvøllirnir í Gundadali fáa í hesum døgum eina størri umvæling.

 

Tennisvøllirnir í Gundadali í Havn fáa í hesum døgum eina størri umvæling. Gamla undirlagið verður skift út, og spildurnýtt verður lagt á.

Gamla undirlagið var frá 1990 og var ov slitið, nú tað takkar fyri seg. Ístaðin verður graslíki lagt á.

Arbeiðið við at leggja nýggja undirlagið á byrjaði í góðvðerinum dag, og tað heldur væntandi fram til hósdagin ella fríggjadagin.

Havnar Tennisfelag skipar nú leygardagin fyri einum tennisdegi, har øll sleppa at royna nýggja undirlagið.

Tað eru tveir tennisvallir í Gundadali, har landsliðið í hesum døgum fyrireikar seg til oyggjaleikirnar í Gibraltar í juli. Landsliðsvenjari er argentinski Pablo Merin.