Nú verður sjøtul settur á arbeiðið at gera eitt undirsjóvar-akvarium í Klaksvík. Tað er greitt, nú Løgtingið leggur síðstu hond á fíggjarlógina fyri næsta ár.
Fíggjarlógin hevur nú verið ígjøgnum kvørnina hjá Fíggjarnevndini, og hon hevur gjørt nógvar størri og smærri broytingarnar.
Men eitt tað sermerktasta málið, umboðini fyri samgonguni í Fíggjarnevndini eru samd um at biðja Løgtingið samtykkja, er at seta 200.000 krónur av til at seta gongd á arbeiðið at gera eitt sjósavn undir sjónum í Klaksvík.
Heilt ítøkiliga skal játtanin brúkast til at seta gongd á arbeiðið at projektera eitt undirsjóvarsjósvan í Klaksvík.
Hetta er eitt spildurnýtt mál, samgongann hevur sett út í kortið, tí tað er ikki við í upprunaliga uppskotinum, Landsstýrið legði fyri Løgtingið um fíggjarlóg fyri næsta ár.
Annars er málið ikki heilt ókent á Løgtingið tí fyri einum ári síðani Legði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir uppskot fyri Løgtingið um at gera Sjósavn í Klaksvík. Men tað vildi Løgtingið ikki, og uppskotið varð felt.