Leggja leiðingar millum Gadd og Heygar

Nes kommuna selir grundøkini í útstykkingini millum Gadd og Heygarnar fyri 160 krónur fyri fermeturin

Útstykking

Arbeitt verður nú við at leggja leiðingar í vegaføringina millum Gadd og Heygarnar, sum er nýggja útstykkingarøkið í kommununi.
Hesin parturin av arbeiðinum fer at kosta umleið eina miljón krónur, tá ið arbeiðið verður liðugt seinni í summar.
Súni í Hjøllum, formaður í teknisku nevnd hjá Nes kommunu, sigur, at kommunan hevur gjørt fyribils semju við eigararnar.
- Grundøkir eru matrikulerað og tey, sum hava áhuga fyri at byggja, kunnu byrja longu í summar.
Nes kommuna selir grundøkini í hesi útstykkingini fyri 160 krónur fyri fermeturin.
Súni í Hjøllum sigur, at áhugi serliga er fyri at byggja á økinum inn móti Heygunum.
Í løtuni verða nøkur hús bygd fram við vegnum inn Undir Nesið á Toftum.