Russland, Bulgaria og Grikkaland eru vorðin samd um at leggja eina oljuleiðing frá Svartahavinum til Egearahavið. Hon skal brúkast til at veita londunum við Miðjarðarhavið bíliga russiska olju, samstundis sum hon skal styrkja russisku ávirkanina á orkumarknaðin.
Eftir semjuni millum tey trý londini verður farið undir at leggja leiðingina longu í hesum árinum, men tað er ikki greitt, nør hon skal takast í nýtslu. Leiðingin verður 285 kilometrar long og er mett at kosta slakar fimm milliardir krónur.
Russland, Bulgaria og Grikkaland hava tingast um leiðingina tey seinastu 14 árini. Eitt nú hevur tað verið striltið at semjast um, hvør skal eiga leiðingina, og hvussu arbeiðið at leggja hana skal fíggjast.