Leggja kommunurnar í Hvannasundi og Klaksvík saman?

Dagliga hoyra vit orðini, kommunusamanlegging og at kommunur leggja saman. Hetta er grov reingjan av veruleikanum og ber brá av tølan og bóndafangarí. Her eru onnur røtt orð, sum siga frá veruligu ætlanini ið er: At avtaka, niðurleggja, - á donskum, at ophøre og afskaffe- eina kommunu, í hesum føri Hvannasunds kommunu

Ein kommuna hevur eitt kommunustýri, tí eru tað ikki tvær kommunur, sum leggja saman. Fólk liggja saman, men at leggja fólk saman ljóðar løgið. Tað sum ætlanin er við samanleggingini, er (kanska mest hjá Klaksvíkar kommunu) at niðurleggja/avtaka Hvannasunds kommunu. Tá tað er gjørt, hava øll tey í bygdum og bygdarløgum við sundið mist allan suverinitet og sjálvsavgerðarrætt. Vit hesum er Hvannasunds kommuna, stutt sagt, strikað av landkortinum. Hon er ikki til meira, og sambært lóg vendist ikki aftur. Spyrjast kann so: Hví halda eina fólkaatkvøðu, tá tey frammanundan vita, at hon ikki verður respekterað..? Hóast hetta, segði bygdaráðsformaðurin í Fuglafirði, at halda vit fólkaatkvøðu, so skal hon respekterast. “Hattin av fyri honum”.

 

Tá sokallaða samanleggingin er gjørd, hevur fólkið við sundið einki at siga. Alt vald er tá suverent lagt undir Klaksvíkar kommunu. Alt innan og uttangarðs, strendurnar, byggiloyvir og bygdarløgini annars o.s.fr. Kommunan er aldargomul, - ein arvur frá farnum ættarliðum, - eitt amboð eins og fakfeløg til stýringar og avgerðir í nærumhvørvinum. Í stødd eru kommunurnar sera ymiskar og tað er júst hesin støddarmunur, sum ger føroysku kommunurnar so óegnaðar til avtøku og samanleggingar. Hví ikki heldur samarbeiði? Stóra kommunan kann jú fáa tilboð um at koma inn, men ikki fyri einhvønn prís.

 

Tvey dømi úr Havn, sum eg haldi vísa at stóra kommunan lættliga kann vísa høvuðkambalindi og eirindaleysa framferð. Fyrst um bygdarlagið Sund. Miðskeiðis á syðra armi við Kaldbaksfjørð, - fyrst kai og havnarlag frammanfyri vindeyguni við alskyns óruddi, so eitt stórt elverk við norðaru síðu, til seinast eitt asfaltverk á suðursíðu, bert eitt byrsumál – 40 m – frá sethúsum. Har er roykur frá skorsteinum, asfalti og lastvognarnir við asfalti koyra um húsarhorn. At fólk kunnu liva í hesum “kommunulorti” og tí sera vandamikla royki frá skorsteinum og asfalti er ein gáta.

 

Annað dømi er um Kollafjørð, har Havnar kommuna hevur sprongt og forvandlað Innifjørð á suðursíðu, fyrst eitt havnarlag til Norrønu og samstundis eina kontainarahavn. Í øðrum londum byggja teir slík anlegg uttanfyri bygd øki. Misnøgdin hjá fólkinum og tann langa røð av lesarabrøvum við bøn um at sleppa undan hesi vandalisering er til fánýtis.

 

Nevnast skal eisini at Innifjørður í skiftandi árstíðum er sermerktur og telist millum vakrastu pláss í Føroyum.

 

Havnar kommuna “tann stóra” er bert eitt dømi um, hvat tær smærru kommunurnar kunnu síggja fram til í tí sokallaðu samanleggingini.