leggja jarnring um Havnina og Klaksvík

Eini 250 fólk standa á varðhaldi í Kollafirði, á Oyggjarvegnum og Lorvík og forða fyri, at ongin farnur kemur inn í verkfalsrakt øki. Samstundis varð verkfallið hert í gjár


 

Verkfall


?Alt gongur friðarliga fyri seg.

Soleiðis sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, tá ið hon gjørdi støðuna upp í gjáramorgunin.

Tað var í gjár, at verkfallið hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag veruliga skuldi standa sína roynd.

Og tað skilst, at fyribils hava tey staðið royndina.

Havnar Arbeiðsmannafelag og arbeiðarafeløgini í Klaksvík eru ikki í verkfalli og Ingeborg Vinther sigur, at ein av høvuðsuppgávunum verður tískil at syrgja fyri, at ongin vara kemur úr Havnina ella úr Klaksvík, inn á verkfalsrakt økið hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Tað hava tey gjørt við at seta blokadur upp, bæði við rundkoyringina í Kollafirði, á Oyggjarvegnum og á ferjuleguni í Leirvík.

?Blokadurnar eru sera væl skipaðar sigur Ingeborg Vinther. Hon sigur, at yvir 150 fólk standa blokadubvakt í Kollafirði og næstan 100 eru í Lerrví k og nøkur eru á Oyggjarvegnum, so tilsamans eru millum 250-300 fólk virkin í blokadunum.

Hon sigur, at blokaduvaktirnar ganga vakt, nakrar tímar ísenn og soleiðis skifta tey alt samdøgurið.

Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at endamálið við blokaduni er at forða fyri, at nøkur sum helst vøra kemur í verkfalsrakt øki.

? Tey flestu góðtaka blokaduna uttan hóvasták og venda við aftur. Men summi eru, sum royna at troka seg ígjøgnum, men tað sleppa tey ikki. Men alt gongur friðaliga fyri seg, sigur hon.

Hon sigur, at teir fyrstu dagarnar, verkfall var, sluppu einstakir bilar ígjøgnum. Men nú eru blokadurnar munandi betri skipaðar við fleiri fólkum, stórum traktordekkum, tunnum, fullum av vatni og bilum á vegnum.

Einastu bilar, sum sleppa ígjøgnum eru mjólkarbilar, posturin og bilar vip neyðsynjarvaru.

? Vit vilja ikki, at verkfallið skal raka børn, gomul og sjúk, sigur Ingeborg Vinther.


MYNDATEKSTUR: HOPPA BAND

Tað kann vera kalt at verja eitt verkfall. Her eru tey farin at hoppa band fyri at halda varmanum. Myndin er frá blokaduni í Kollafirði