Shiamuslimski felagsskapurin Hizbollah fer ikki at gera eftir einari áheitan frá George W. Bush, forseta um at leggja vápnini.
Í síðstu viku segði Bush, at Hizbollah kann fáa ein politiskan leiklut í einum demokratiskum Libanon, um felagsskapurin leggur vápnini og gevst við sínum ágangandi virksemi. Men formaðurin í felagsskapinum, Hassan Nasrallah, segði fyrradagin, at Hizbollah kann ikki ganga áheitanini á møti. Hann vildi vera við, at tað er ikki Hizbollah, sum elvir til trupulleikar, men harafturímóti USA og Ísrael.
USA hevur leingi mett Hizbollah sum ein yvirgangsfelagsskap, og tí kom tað rættiliga óvart á fleiri, tá amerikanski forsetin nevndi møguleikan fyri at lata felagsskapin fáa politiska ávirkan í Libanon.