Leggja hald á ognir hjá Gaddafi

Fleiri lond, teirra millum Sveis og Bretland, hava gjørt av at læsa bankakontur, sum libyski leiðarin, Muammar Gaddafi, eigur. Bretsku myndugleikarnir halda, at Gaddafi eigur virði fyri einar 175 milliardir krónur har, skrivar blaðið Daily Telegraph.

Sveisisku myndugleikarnir kunngjørdu í gjár, at teir høvdu gjørt av at læsa allar bankakontur hjá Gaddafi og húski hansara. Tað sama hevur Sveis gjørt við kontur hjá Hosni Mubarak og húski hansara.

Í Danmark hevur Eindarlistin skotið upp at leggja hald á virði hjá Gaddafi í Danmark. DR segði í gjár, at Gaddafi eigur tvey híus í Danmark, og at tey eru einar 25 milliónir krónur verd.