Leggja fyri longu klokkan ellivu

1.DEILD: Tríggir dystir eru ídag

Spælararnir á næstbestu liðunum hjá EB/Streymi og HB liggja ikki uppi í songini og sova dagin burtur.

Longu klokkan ellivu er fyrsta bríksl í Hólmanum á Eiði, har HB er gestur hjá EB/Streymi.

Talan er um annan dystin í sætta umfari. NSÍ vann mikukvøldið tann fyrsta. Tað var á heimavølli ímóti B68. Heimaliðið vann 2-0.

B71 og 07 Vestur skuldu havt spælt mikukvøldið, men tann dysturin varð útsettur.

Hinir báðir dystirnir í dag eru B36 – Skála og Víkingur – KÍ.

Víkingur er topplið við trettan stigum, og KÍ er á fjórða plássi við tíggju stigum.

Skála og B36 eru á ávikavíst sætta og sjeynda plássi. Bæði liðini hava fýra stig.

 

EB/Streymur – HB: Petur Reinert kl. 11.00

Víkingur – KÍ: Rani A. Skaalum kl. 15.00

B36 – Skála: Rúni Olsen kl. 15.00