Aftur í dag hevur hernaðarstýrið í Burma lagt hald á neyðhjálp, sum kom við ST-flogførum ST-matvørustovnurin WFP sigur, at hernaðarstýrið hevur lagt hald á vørurnar, sum vórðu sendar við tveimum flogførum í dag. Tað sama hendi í gjár.
Tey bæði ST-flogførini, sum fingu loyvi at seta seg í Burma í dag, komu úr Dubai og Kambodja. ST sigur, at meginparturin av farminum var matur, men at flogførini høvdu eisini nakað av samskiftisútgerð við.
ST sigur, at felagsskapurin fer at senda fleiri flogfør afturat til Burma, hóast hernaðarstýrið leggur hald á farmin.