Klokkan 10 í morgun verður tíðindafundur í hølunum hjá Fíggjarálaráðnum í Kvíggjartúni á Argjum, har játtanarkarmarnir fyri 2019 verða lagdir fram.
Játtanarkarmarnir skal leggjast fram á hvørjum ári, og eru teir grundarlagið fyri fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019, sum verður løgd fram í heyst.