Leggja fram ársfrágreiðing í dag

Framløga av ársfrágreiðing og kjak um karmar fyri gransking, menning og nýskapan

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan fer at leggja fram ársfrágreiðing sína fyri 2023 í Smæruni í Havn í dag, mánadagin 16. desember, klokkan 14.00-16.00. Framløgutiltakið er alment.

 

Ársfrágreiðingin er fyrsta frágreiðing hjá Ráðnum, sum byggir á nýggj hagtøl fyri gransking, menning og nýskapan.

 

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan hevur fimm tilmælir um, hvussu gransking, menning og nýskapan kann mennast. Millum annað verður mælt til, at løgtingið økir stuðulin til gransking munandi og ásetir karmar fyri hægri almennum stuðli. Eisini mælir Ráðið til, at landsstýrið mennir eina heildarstrategi fyri nýskapan og setir í verk átøk, ið kunnu stimbra nýskapan, herundir skattafyrimunir til nýskapandi fyritøkur.

 

Skrá

 

14.00 Vælkomin – Granskingarráðið 

 

Framløga av frágreiðing – Tórheðin J. Jensen, formaður

 

14.30 Sofaprát um nýskapan

 

Ben Arabo, stjóri í Framtaki

 

Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni

 

15.00 Kaffisteðgur

 

15.15 Pallborðsfundur um karmar fyri gransking, menning og nýskapan

 

Poul Geert Hansen, aðalstjóri fyri granskingarmálum

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum

 

Árni Skaale, fyrrv. landsstýrismaður í fiskivinnumálum

 

Erhard Joensen, formaður í Vinnunevndini

 

Orðstýrari: Dagmar Joensen-Næs

 

15.50 Samanumtøka