LØGFRØÐINGAR: Seinnapartin í dag hava advokatarnir handan Faroe Law boðið til móttøku í Listaskálanum í Havn. Høvið er, at Eyðfinnur Jacobsen og Jens Wang, advokatar, hava stovnað føroyska advokatpartafelagið, Faroe Law. Higartil hevur Faroe Law verið partur av danska felagnum Dania Law, sum eisini eigur helmingin av partapeninginum í Faroe Law saman við teimum báðum føroysku advokatunum, sum eiga ein fjórðing hvør.
- Talan er sjálvandi mest um eina formliga broyting. Vit koma at profilera okkum á sama hátt sum higartil, men vit leggja nú størri dent á vinnulívsøkið, har vit fegnir hjálpa um landamørk – og tað gongur báðár vegir, sigur Eyðfinnur Jacobsen.
Nýggja advoktavirkið samstarvar við deildirnar hjá Dania Law í Danmark, í Grønlandi og í Russlandi.
- Vit kunnu átaka okkum størri uppgávur í Føroyum, tí vit kunnu trekkja upp á hinar deildirnar. Vit hava onkuntíð havt tveir advokatar niðrirfrá, tá tørvur hevur verið á tí, og tann skipanin virkar væl, sigur Eyðfinnur Jacbosen.
Hann vísir á, at teir eisini hava sín førleikar, sum hini í samtakinum kunnu trekkja uppá, eitt nú hevur Jens Wang serligan førleika á teleøkinum, meðan Eyðfinnur Jaocbsen hevur serliga førleikar á ráevnisøkinum – og teir hava hjálpt við uppgávum eitt nú í Grønlandi.
- Tað sum eisini er spennandi við hesum samtakinum er, at vit hava eina deild í Moskva. Har vilja vit fegnir hjálpa bæði føroyska privata vinnulívinum og tí almenna, sigur Eyðfinnur Jacobsen. Hann vísir á, at hetta helst fer at hava serligan áhuga, nú tosað verður um at stovna føroyska sendistovu í Moskva.
Faroe Law vendir sær serliga til vinnukundarnar.
- Vit hava faktiskt tikið avgerð um at velja frá familjurætt og revsirætt og vísa slíkum kundum til aðrar advokatar, sigur Eyðfinnur Jacobsen.
Á móttøkuni í Listaskálnum í dag verða umboð....
Fýra mans úr samtakinum eru við til móttøkuna í dag. Ein teirra starvast í deildini í Nuuk, ein í deildini í Svendborg og tveir á deidlini í Keypmannahavn. Annar teirra er rættiliga nógv í Moskva og er kønur í russiskum máli.
- Vit hava fleiri fólk, sum bæði duga at tosa og skriva russiskt, so vit eru faktiskt rættiliga væl fyri at hjálpa á russiska marknaðinum, sigur Eyðfinnur Jacobsen.
Vit leggja stóran dent á at koma út um eingjargarðarnar og vilja serliga gera okkum galdandi á millumlanda marknaðinum – bæði tá tað snýr seg um at hjálpa føroyskum kundu uttanlands, og tá útlendingar vilja hendanvegin, sigur Eyðfinnur Jacobsen.
Umframt eigararnar báðar Eyðfinn Jacobsen og Jens Wang, er ein løgfrøðingur afturat settur í starv, tað er Barbara Vang, sum tekur við starvinum 1. mars. Hon hevur higartil starvast hjá Eik Banka.