Hávaálop eru alla tíð kring allan heimin. Hvørt eitt einasta ár doyggja menniskju og eru løstað av hesum álopum. At ákæra Ísrael fyri at ávirka hávar at gera álop við Sharm el-Sheikh, fyri at loypa ótta á fólk, og harvið skaða ferðavinnuna í Egyptalandi eru beinleiðis villeiðandi tíðindi, Spjadd kring heimin fyri at skaða Ísrael. Og hví skulu teir tað? Ikki langt frá Sharm el-sheik er ísraelski havabýurin Eilat, hagar milliónatals ferðafólk leita á hvørjum ári. Hávarnir duga sjálvandi eisini at svimja inn hagar og kunnu eisini gera skaða har. So ein og hvør dugir at hugsa, at ákæran úr Egyptalandi er ørvitistos. At ákæra ísralesmenn fyri at stýra hávunum, so at teir søkja at Sharm el-sheik er at halda teir vera guddómligar. Og tað er teir ikki.
Ísrael hevur eisini fingið skyldna av trupulleikum við rúsevnum og ólóligum vápnum í Egyptalandi.
Fólk eiga at minnast til, at Ísrael og Egyptaland hava friðarsáttmála sínámillum og at tað er fræls ferðsla millum bæði londini. Ísrael og Egyptaland arbeiða saman á mongum økjum, serstakliga í stríðnum móti víðgongdum bólkum, sum ikki einans stríðast móti Ísrael, men eisini ímóti egyptisku stjórnini.
Ísrael fer óivað at fáa skyldina fyri komandi jarðskjálvta
Hesi tíðindini um hávarnar fáa meg enn einaferð at hugsa um tað, ið eg av og á sigi við føroysku ferðafólkini, sum eru við mær í Ísrael. Tá ið vit standa á Oljufjallinum og hyggja oman yvir Jerusalem og moskéirnar, plagi eg at nevna, at Bíblian sigur, at nýggja tempul jødanna fer at eisini at verða bygt á Moria fjalli, har tey bæði tempul jødanna hava staðið, men fyri at tað kann byggjast har, mugu moskéirnar hvørva.
Men hvussu fara tær at hvørva? Møguliga verður tað við einum jarðskjálvta, tí hetta økið er jarðskjálvtøki. Men sama hvussu tað hendir. Verður við einum jarðskjálvta, so fara jødarnir og Ísrael kortini at fáa skyldina. Tá Ísrael kann fáa skyldina fyri at stýra hávunum á heimshøvunum, so kunnu teir fáa skyldina fyri alt – eisini jarðskjálvtar.