Leggja botn til einar størri Føroyar

Í næsta mánað fer danska stjórnin at ratifisera havrættarkonventiónina, og tað merkir, at føroyskir og danskir myndugleikar nú fara undir eitt miðvíst arbeiði at prógva, at føroyski landgrunnurin heldur fram suður eftir, og at ein partur av stóra Rockall og Hatton háslættanum er føroysk ogn

Mark


Føroyar gjørdust størri, tá vit gjørdu avtalu við bretar og íslendingar um markið. Nú er so ætlanin at tvífalda Føroyar. Talan er um rættin til stóru økini fyri sunnan uttan fyri 200 fjórðingar, sum enn eingin eigur men sum ikki færri enn fýra lond gera krav uppá, teirra millum Føroyar. Í dag fevna Føroyar um eitt knappar 300.000 ferkilometrar stórt øki. Stóra økið fyri sunnan er góðar 300.000 ferkilometrar.

Talan er ikki um nakað nýtt mál. Tað hevur verið meira og minni gongd í tí seinastu nógvu árini, men fyri okkara viðkomandi var tað lagt á hillina, tá vit raðfestu markið millum Føroyar og Bretland fremst. Nú hetta markið, markið móti Noregi og markið móti Íslandi eru komin upp á pláss liggur ?bert? stóra økið fyri sunnan eftir av týdningi at fáa uppá pláss. Í sambandi við at Danmark nú fer at góðkenna havrættarsáttmálan er danska stjórnin eisini farin at fyrireika próvførsluna fyri krøv til øki uttan fyri 200 fjórðingar bæði í Grønlandi og Føroyum.

Málið hevur verið viðgjørt í landsstýrinum, og nú hevur Oljumálaráðið so sett ynski fram um at fáa góðar 5 mill. kr á eykafíggjarlóg til arbeiðið. Løgmaður er sera fegin um, at málið er komið hertil og sigur, at frá føroyskari síðu hava vit ynskt, at arbeiðsbólkurin, sum hevur við Føroyar at gera, fær føroying í leiðsluna. Og tað er játtað. Martin Heinsen, stjóri á Jarðfrøðissavninum, verður formaður.

Løgmaður sigur víðari, at tað er heilt náttúrligt, nú vit krevja formann í einum av arbeiðsbólkunum, at vit so eisini luttaka fíggjarliga í verkætlanini. Danir hava sett góðar 20 mill. kr. á fíggjarlógina til arbeiðið í ár og verður helst líknandi upphædd sett av tey komandi fimm árini. Neyvan verða nakrar kanningar gjørdar í 2003, men ætlanin er heldur at fáa eitt yvirlit allar tær kanningar, sum longu eru gjørdar. Tað skulu eisini gerast seismiskar kanningar og royndarboringar, men tær liggja nakað longur frammi.

Anfinnur Kallsberg sigur, at vit frá føroyskari síðu fara at gera okkum stóran ómak við hesum, tí hetta er eitt so stórt og týðandi mál fyri okkum. Í hesum sambandi royna vit eisini at fáa innlit í tilfar, sum aðrir hava savnað saman.

Vit hava áður gjørt okkara krav galdandi um økið sunnan fyri, men tá vit fóru undir at finna eina semju um mark millum Føroyar og Bretland valdi man eisini at hekta kravið til Rockall av, fyri ikki at órógva hitt málið. Men nú er tað so brandaktuelt at fáa tað gjørt.

Eitt av stóru málunum
Sær løgmaður fyri sær, at føroyingar sum frálíður fara at fáa rættin til ein part av tí stóra økinum sunnanfyri!

-Ja tað geri eg. Hyggur tú at einum havkorti um okkara leiðir so sær tað út sum, at Rockall háslættin er eitt framhald av tí føroyska kontinentalsoklinum, men tað kunnu aðrir so eisini siga um síni øki. Tað eru jú dýpi ímillum. Og íslendingar gera eisini krav uppá Rockall. Írar gera tað og bretar gera tað. Men har eru nakrar djúpar rennur millum. Og hyggur tú tí náttúrliga at tí, sær tað út til at partur av økinum hoyrir til Føroyar, men tað skulu vit prógva.

Løgmaður heldur hetta vera eitt av stóru málunum hjá føroysku tjóðini í framtíðini. Talan er so eisini um eitt øki norðanfyri, sum bæði Ísland og Noreg gera krav uppá. Har er meira havdýpi, men har fara vit so eisini at royna at fáa prógv fyri, at hetta er eitt náttúrligt framhald av tí føroyska kontinentalsoklinum.

-Ein loysn, sum fer at gagna Føroyum, fer at geva okkum fleiri fyrimunir. Tað fer at geva okkum rættin til stór virði á havbotninum og í undirgrundini uttan fyri teir 200 fjórðingarnar, sum eru mark í dag. Løgmaður heldur og vónar, at vit hava eina góða sak, men tað skal gerast eitt stórt arbeiði fyri at prógva, at so er. Hann hevur stórt álit á okkara fólkum, sum nú fara undir hetta so týðandi ?detektivarbeiðið?.