Leggja báðar hallirnar saman

Badmintonhøllin í Klaksvík letur upp í næstum, og býráðspolitikkarnir taka í annaðkvøld støðu til um hallirnar skulu knýtast saman. Eitt av málunum, ið koma til viðgerðar á býráðsfundinum er møgulig samanbygging av Kí-høllini og nýggju Badmintonhøllini, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Tað verður mett at hava stóran fyrimun, at hallirnar verða samanbygdar. Hetta vil geva møguleikar fyri at gagnnýta báðar hallirnar til størri tiltøk.

Leingi hevur verið tosað um at samanbyggja hallirnar við svimjihøllina og er hetta fyrsta byggistigið í samlaðu ætlanini. Gerst hetta veruleiki, fer økið óivað at gerast ein kraftdepil mitt í Klaksvík.

Á býráðsfundinum skulu politikararnir tí gera av, um tað skal smíðast ímeðan jarnið er heitt.