Ferðavinna
? Nú skal alt landið leggjast undir sjóneykuna.
Tað er Ferðaráð Føroya, sum leggur alt landið undir sjóneyku.
Ferðaráðið er nú farið undir eitt umfatandi tiltak, har tey ferðast úr einum enda í landinum í annan at kanna viðurskiftini.
Tað er sjálvsagt ferðavinnan í teimum ymsu økinum, sum verður kannað.
Fyrsti støðgur í hesi landsumfatandi rundferðini hjá Ferðaráðnum varð Suðuroyggin og síðani verður farið í øll hini fimm ferðavinnuøkini í landinum, Sandoy, Vágar, Eysturoy o.sfr.
Á fundinum í Suðuroynni, sum var á Hotellinum í Øravík hóskvøldið, hitti Ferðaráðið umboð fyri kommunurnar í oynni, umframt fólk, sum vara av ferðavinnuni í Suðuroynni, eitt nú økisferðavinnunevndina.
? Endamálið við hesi rundferðini er at gera støðuna upp í hvørjum øki sær. Endamálið er at kanna, hvussu støðan er í hvørjum einstøkum øki. Samstundis er ætlanin at kanna eftir, hvørjir møguleikar eru at menna ferðavinnuna í hvørjum einstøkum øki, hvar ábøtur eru tiltrongdar í hvørjum øki fyri at kunna menna ferðavinnuna, hvørjir fyrimunir og vansar eru o.sfr. sigur Heri Niclasen, stjóri í Ferðaráðnum.
Hann sigur, at eftir at hava vitjað í økinum, fer Ferðaráðið at kanna tilfarið og upplýsingarnar, tey hava fingið og síðani er ætlanin at gera ítøkilig uppskot til, hvussu ferðavinnan í hvørjum einstøkum øki kann mennast.
Men hann leggur dent á, at talan skulu vera um uppskot, sum eru realistisk og sum tað ber til at seta í verk.
Endamálið við hesari landsumfatandi rundferðini hjá Ferðaráðnum er eisini at vita, um kommunurnar taka undir við at brúka eitt sindur av pengum til at menna ferðavinnuna.
?Eg má siga, at vit fingu rættiliga góða undirtøku í Suðuroynni, sigur stjórin í Ferðaráðnum.
Raðfest fremst
Ferðaráð Føroyar hevur ymsar uppgávur, men Heri Niclasen sigur, at framyvir verður tað, at menna og ráðgeva ferðavinnuna, sum verður raðfest fremst.
? At menna ferðavinnuna kann vera so mangt. Tað kann vera at bøta um umstøðurnar hjá ferðavinnuni, tað kann vera at menna nýggj ferðavinnutilboð, at hækka kunningar- og tænastustøðið ella at menna góðskustýringsskipanir, sum skulu tryggja ferðafólkunum dygd og upplivilsir.
Hann sigur, at kjarnin í innanlands menningini hjá Ferðaráðnum er, eftir førimuni, at vísa vinnu, kommunum og økisferðavinnufeløgunum á gongdar leiðir í royndunum at menna ferðavinnuna og at ráðgeva um, hvussu hetta kann fremjast í verki og at virka fyri, at vinnan hevur góðar karmar at virka undir.
? Tí er tað eisini neyðugt at Ferðaráðið og økisferðavinnufeløgini kring landið samstarva um at marknaðarføra tey ymsu økini, so hesi í størri mun fáa møguleika at bjóða seg fram í ferðavinnuhøpi og fáa ágóða og royndir í ferðavinnu, akkurát á sama hátt sum Ferðaráðið hevur eitt gott samstarv við vinnuna um marknaðarføringina uttanlands, sigur stjórin í ferðaráðnum.










