Arbeiðssteðgur
Trýst elvir til móttrýst.
Tað má landsstýrið nú sannað meiri enn nakað annað.
Í síðstu viku spenti Landsstýrið bogan á tamb fyri at steðga einum hóttandi verkfalli hjá sjúkrarøktarfrøðingunum á teimum trimum sjúkrahúsunum og á heilsuskúlanum í Suðuroy.
Landsstýrið legði sostatt málið fyri fútarættin, sum gav tí viðhald og steðgaði verkfallinum.
Men slíka mannagongd vilja fakfeløgini ikki góðtaka og nú hava tey svara líka kontant aftur. Tí hava heili 25 fakfeløg, sum hava starvsfólk hjá tí almenna, nú lýst verkfall í 24 tímar í næstu viku.
Verkfallið byrjar á mindnátt hóskvøldið 19. mai og endar á midnátt fríggjakvøldið 20. mai.
Verkfallið umfatar at kalla allar almenna tænastur og tað fer at leggja mestsum allar almennar tænastur lamnar hetta samdøgurið, verkfallið varar.
Sostatt verður ongin skúlagongd kring alt landið næsta fríggjadag. Harafturat verður arbeiðið á teimum trimum sjúkrahúsunum, á ellis- og røktarheimum og á sambýlum, eisini nógv skert. Somuleiðis verða heimahjálp, heimarøkt annars og aðrar heilsutænastur eisini munandi skerdar. Øll Strandferðslan veður eisini løgd lamin næsta fríggjadag og tað verður heldur ongin postur.
Ágangur ímóti fakfeløgunum
Fakfeløgini siga, at tað er sera álvarsamt, tá ið landsstýrið brúkar fútarættin til at steðga eini arbeiðsósemju og at tí hava gjørt av at svara líka álvarsliga aftur.
Landsstýrið hevur fleiri ferðir seinastu árini brúkt fútarættin til at steðga arbeiðsósemjum.
Hetta er at sníkja fremmandar arbeiðsrættarreglur inn á føroyska arbeiðsmarknaðin, sum
ikki eru í gildi í Føroyum, siga fakfeløgini.
Hetta halda fakfeløgini er ágangur ímóti teimum- serliga nú ein arbeiðsbólkur, sum landsstýrið sjálvt hevur sett, arbeiðir við at finna loysnir, sum allir allir partar kunnu góðtaka, fyri, hvussu slíkar ósemjur skulu loysast.
Serliga ágangandi halda tey tað vera, tá ið landsstýrið ger slíkt í einum ári, har í sáttmálasamráðingar standa fyri durum.
Hetta kann ikki góðtakast og hava tey gjørt av at lýsa arbeiðssteðg í eitt samdøgur í næstu viku.
Tey ávara eisini fútarættin ímóti at taka fleiri slík mál til viðgerðar.
Tað var ósemjan um umleggingarnar á føðideildini, sum førdi við sær, at sjúkrarøktarfrøðingarnir lýstu verkfall og tað var hetta verkfallið, sum landsstýrið fekk fútarættin at steðga
Men tey 25 fakfeløgini leggja staðiliga dent á, at verkfallið í næstu viku hevur als onki við ósemjuna um føðideildina at gera. Verkfallið verður eina og aleina sett í verk fyri at mótmæla, at fútarætturin verður brúktur sum jarnbrot fyri at steðga eini arbeiðsósemju.
Tey 25 fakfeløgini, sum fara í verkfall frá á midnátt hóskvøldið til á midnátt fríggjakvøldið í næstu viku, eru:
Starvsmannafelagið
Almanna- og heilsurøktarafelagið
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Føroya Pedagogfelag
Økonomafelag Føroya
Ljósmøðrafelag Føroya
Føroyskir Fysioterapeutar
Ergoterapeutfelagið
Radiografar í Føroyum
Bioanalytikarafelagið
Maskinmeistarafelagið
Musiklærarafelagið
Heilsuhjálparfelagið
Landsfelag Handverkaranna
Føroya Handverkarafelag
Føroya Tekniska Lærarafelag
Magistarafelag Føroya
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Lærarafelag Handilsskúlans
Føroya Postfelag
Føroya Psykiatrifelag
Føroya Lærarafelag
Føroya Byggifrøðingafelag
Yrkisfelag Studentaskúla- og HF lærara
Felagið Føroyskir Sjúkrafrøðingar
Verkfallið umfatar bara tann partin av arbeiðsøkjunum hjá hesum fakfeløgunum, sum hava við tað almenn at gera










