Stjórnin í Írlandi ætlar sær at leggja fleiri túsund almenn arbeiðspláss niður og at lata fleiri stovnar aftur. Málið er at gera tær almennu tænasturnar meiri einfaldar og betri, sigur forsætisráðharrin, Enda Kenny. Men tað er ikki øll orsøkin.
-Vit hava drálað alt ov leingi við at endurskoða og nýskipa ta almennu umsitingina, men í hesum fíggjarliga trongu tíðum noyðast vit at fáa sum mest burtur úr tí, sum vit hava, segði forsætisráðharrin, tá hann í gjár greiddi frá ætlanunum hjá stjórnini.
Eftir ætlanini hjá stjórnini verða umleið 23.500 almenn størv løgd niður tey næstu trý árini. Verður ætlanin framd í verki, verða tey almennu starvsfólkini í Írlandi 37.500 færri í 2015, enn tey vóru í 2008, skrivar Reuters.