Og so er spurningurin, hvørji lið teir fýra, Jógvan Martin Olsen, Ísak Mikladal, Óli Holm og Magnus av Stongum koma heimaftur við. Seinastu tríggjar undankappingarnar ber illa til at staðfesta annað, enn at Føroyar hava verið stak hepnar í so máta. Týskland, tvær ferðir Frakland og eina ferð Italia eru undir øllum umstøðum lið, sum støðugt amast móti absoluta heimstoppinum. Og tó at Ongland ikki kann sigast at gera tað sama, nú teir ikki vunnu seg til EM-endaspælið, so er lítil ivi um, at júst Ongland man vera tað liðið, sum meira enn nakar kann fylla karmarnar kring ein landsdyst í Føroyum.
Lutakastið í Johannesburg verður altso sunnudagin, og fram til tá mugu føroysku áskoðararnir og spælararnir brynja seg við toli.
-mørk