Íleggingargrunnurin í løgtingið

Málið um at niðurkapitalisera Íleggingargrunnin fyri Føroyar endar nú í løgtinginum.

Á tingfundinum mikudagin skal Jørgen Niclasen svara, hví landsstýrið hevur slept endurgjaldskravinum móti donsku stjórnini.

Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, ger hesa niðurstøðu, eftir at landsstýrið og danska stjórnin fríggjadagin gjørdu semju um, at pengarnir fyri at rudda burtur gamla dynamittið við flogvøllin skulu takast úr Íleggingargrunninum.

Eisini vil Kristina Háfoss hava at vita, hví landsstýrismaðurin ikki hevur ráðført seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum. Tingkvinnan spyr eisini, um samgongan er samd um avgerðina, og hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera fyri at staðfesta, at Íleggingargrunnurin er og verður undir føroyskum ræði.

- Tað er óskiljandi, og ein grundleggjandi skeiv avgerð, at fíggjarmálaráðharrin knappliga hevur játtað, at føroyingar sjálvir skulu rinda fyri tann meirkostnað, ið uppruddingin av spreingievnunum á flogvøllinum hevur kostað, sigur Kristina Háfoss í viðmerkingunum til fyrispurningin.

- Danska stjórnin hevði fulla ábyrgd av flogvøllinum, tá spreingievnið varð gravað niður, og áttu danskir myndugleikar sjálvandi ábyrgdina av at rudda hetta upp.

Føroyingar hava higartil goldið hvørja krónu av teimum forsømdu útbyggingunum á flogvøllinum í áratíggju, umvegis okkara egna grunn: Íleggingargrunnin fyri Føroyar. Og nú verður gongdin enn margháttligari. Talan er um eina eykarokning á heilar 28 mió. kr. Ein rokning, ið sjálvsagt átti verið rindað av donskum myndugleikum, men sum Jørgen Niclasen nú hevur játtað at rinda úr Íleggingargrunninum fyri Føroyar, sigur Kristina Háfoss.