Íleggingargrunnurin aktar

- Vit eru sett at umsita teir pengar, sum eru í Íleggingargrunninum, eftir teimum lógum og reglum, sum eru galdandi fyri grunnin.

Soleiðis ljóðar diplomatiska svarið frá Palla Ziskason, formanni í Íleggingargrunninum, sum eftir semjuna millum landsstýrið og donsku stjórnina tódnar við 28 milliónum.

Fríggjadagin samdust Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Anette Vilhelmsen, danski vinnumálaráðharri um, at rokningin fyri at rudda burtur gamla dynamittið við flogvøllin í Vágum skal sendast Íleggingargrunninum fyri Føroyar.

Lógaruppskot um at niðurkapitalisera Íleggingargrunnin verða løgd fyri fólkatingið og løgtingið fyrsta dagin.

Nevndin fyri Íleggingargrunnin fekk málið til hoyringar í mars mánað.

- Vit hava virðing fyri tí politisku avtalu, sum nú einaferð verður gjørd. Nevndin er sett til at forvalta teir pengar, sum eru í grunninum, sigur Palli Ziskason.

Sambært formanninum fær Íleggingargrunnurin ikki trupulleikar við gjaldførinum, um 28 milliónir krónur skulu útlutast eigarunum.

- Men tað kemur sjálvandi at merkja, at minni verður at læna út til at fíggja undirstøðukervið í Føroyum, sigur Palli Ziskason.

Sambært Palla Ziskason hevur grunnurin givið nøkrum verkætlanum tilsøgn um lán. Men hóast grunnurin verður niðurkapitaliseraður, so verður hann førur fyri at veita hesi lán kortini.

Tá landsstýrið yvirtók Vága Floghavn varð semja gjørd við donsku stjórnina um at taka 365 milliónir krónur úr grunninum til at byggja út floghavnina. Nú er so semja gjørd um at taka 28 milliónir afturat úr grunninum.

Íleggingargrunnurin fyri Føroyar er stovnaður við lóg frá 1964. Stovnsfæið var 140 milliónir krónur.

Sambært viðtøkunum skulu lán úr grunninum ”einamest veitast til almenna íleggingar, sum út frá ienum samfelagsligum heildarsjónarmiði gagna framtøkumøguleikum hjá føroyska samfelagnum.”

Umleið 600 milliónir krónur eru í Íleggingargrunninum ídag, harav bróðurparturin er læntur út. Grunnurin hevur eitt nú verið við til at fíggja báðar undirsjóvartunlarnar, umframt nýggja Airbus-flogfarið hjá Atlantsflog.

Pengarnir í grunninum eru skaptir út frá tí virksemi, sum hevur verið í føroyska samfelagnum síðani sekstiárini.