- Leggið nú stríðsøksirnar

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, heitti í gjárkvøldið á landsins myndugleikar um at seta seg aftur við samráðingarborðið og fáa enda á trætuni við Pedagogfelagið. Hann skrivar, at trýst elvir til móttrýst, og tí eru vit komin í hesa støðu. 

 

 

- Nú mugu stríðsøksirnar leggjast, og partarnir fara aftur til samráðingarborðið. Tí fari eg at heita á KAF og Fíggjamálaráðið um at taka samráðingarnar upp aftur við Pedagogfelagið, sigur Jógvan Skorheim og leggur aftrat, at ein loysn má finnast við samráðingarborðið. 

 

 

 

Tað er tó lítið, sum bendir á, at partarnir eru til reiðar at taka áheitanina frá Jógvani Skorheim til sín. Tí tíggju dagar eru farnir síðan bæði almennu arbeiðsgevararnir, ið eru Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum, og Føroya Pedagogfelag vrakaðu seinasta semingsuppskotið frá Semingsstovninum. 

 

 

Semingsstovnurin boðaði tá frá, at tey góvu skarvin yvir, tí útlitini fyri einari semju vóru so vánalig. Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevur tó verið í regluligum sambandi við partarnar síðan, men hann letur illa at, tá hann verður um støðuna. 

 


- Eg havi onga fatan av, at teir nærkast, aftaná at eg havi verið í samband við báðar partar síðsta døgnið, er stutta svarið frá Terje Sigurðsson, tá hann verður um støðuna í løtuni. 

 

Málini í Fasta Gerðarrætti um vikuskiftið hava eisini verið til at skyggja fyri eini møguligari loysn, metir semingsmaðurin.

 

- Umframt tað vanliga, so hevur nógv órógv verið um undantøk. Tað hevur tikið fokusið teir síðstu dagarnar, men her er eingin flyting í. Eg dugi ikki at síggja hvussu hetta skal enda, sigur Terje Sigurðsson.