Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
----------
Í seinastu viku var dómur feldur í Fasta Gerðarrættinum, sum sigur; »at arbeiðssteðgur og verkfall skulu lýsast við einari freist, ið eigur at vera hóskandi eftir tí arbeiðsøki, talan er um. Ein tílík freist er ikki ásett í nøkrum føroyskum sáttmála...«
Seinni í sama broti sigur sami gerðarrættur, at hetta er ein samráðingarspurningur, men heldur kortini fast um, at ein freist skal vera sum er »nøktandi«.
Freistir
Tann eini gerðarrættardómarin, Vígdis Johannesen, heldur fast um, at tað er ein siðvenja á føroyska arbeiðsmarknaðinum at verkfall kann setast í verk uttan freist.
Hinir fýra dómararnir Halgir Winther Poulsen, Gurið Joensen, Maria á Dul og Torleivur Hoydal føra fram, at talan ikki er um rættarsiðvenju.
Hvat hesi fýra leggja í orðið siðvenju er ilt at meta um, men tað undrar í øllum føri, at skjalprógvað 100 áragomul venja ikki hevur nakað at týða.
Arbeiðarafeløgini halda, at hava hesir dómarar ikki innlit í eina so grundleggjandi siðvenju á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og hvønn virknað hetta hevur, so eru hesir fýra dómarar ikki búnir at sita og døma í Fasta Gerðarrættinum.
Grundgevingarnar
Dómurin og grundgevingarnar fyri dóminum er eisini burtur úr vón og viti. T.d. verður nevnt at; » Fasti Gerðarrættur (hevur) ongar ætlanir um at seta nakra kollvelting í gongd á føroyska arbeiðsmarknaðinum, men hevur ætlað og ætlar framvegis at koma við sínum íkasti til nútímansgerð av føroyska arbeiðsmarknaðarrættinum til tess at fáa hann at svara betri til nútíðarviðurskifti og tey krøv, ið eitt framkomið samfelag setir…«
Víðari sigur Fasti Gerðarrætturin; »Hvat viðvíkur freistum fyri at byrja verkføll eru tílíkar bindandi freistir galdandi í øllum Norðurlondum, og Fasti Gerðarrættur heldur framvegis, at neyðugt er við tílíkum reglum í einum framkomnum samfelagi…«
Hvør er leikluturin hjá Fasta Gerðarrættinum?
Hvat merkir tað, at fasti gerðarrætturin ætlar at koma við sínum íkasti til nútímansgerð av føroyska arbeiðsmarknaðarrættinum?
Hvat merkir tað, at Fasti Gerðarrætturin heldur at neyðugt er við tílikum reglum í einum framkomnum samfelagi?
Ætlar fasti gerðarrætturin t.d. at innføra ein fastlønarsáttmála á fiskavirkjunum, tí tað er ein fastlønarsáttmáli t.d. í Danmark og í Íslandi, og ein slíkur átti at verið galdandi í einum framkomnum samfelagi?
Ætlar Fasti Gerðarrætturin at innføra, at foreldur hava loyvi at vera heima hjá sjúkum barni við løn, tí summi hava henda rætt og onnur ikki, og ein slíkur átti at verið galdandi í einum framkomnum samfelagi?
Ætlar Fasti Gerðarrætturin at innføra, at øll skulu hava rætt til 14 daga sjálvvalda førleikamenning, tí hetta er á danska arbeiðsmarknaðinum, og ein slíkur átti at verið galdandi í einum framkomnum samfelagi?
Ætlar Fasti Gerðarrætturin at innføra, at onnur vælferðarrættindi fyri at familjur betur kunna samansjóva arbeiðslív og familulív, og ein slíkur átti at verið galdandi í einum framkomnum samfelagi?
Hvar gongur markið fyri, hvat Fasti Gerðarrætturin kann innføra? Um grundgevingarnar »at nútímansgera føroyska arbeiðsmarknaðarrættin« vera nýttar, so er einki mark fyri, hvat Fasti gerðarrætturin kann gera, men var hetta nú veruliga ætlanini við Fasta Gerðarrættinum?
Verkfallsfreistir
Spurningurin um freistir í verkfallsrættinum er reistur fleiri ferðir, og har eru nøkur fakfeløg, sum hava eina verkfallsfreist í sáttmálanum.
Verkfallsfreistir eru vanligar á danska arbeiðsmarknaðinum, sum hevur arbeiðsrætt. Flestu føroysku fakfeløgini hava avvíst at hava verkfallsfreistir, og vanligt hevur verið, at tá ið verkfall verður lýst, er fráboðanin galdandi, tá ið fakfelagið sigur hon er galdandi.
Onkutíð er freistin í somu stund sum fráboðanin er sett, og onkutíð eru nakrir tímar til farið verður í verkfall.
Dømi um hetta er verkfallini hjá Fiskimannafelagnum í 1953, 1954 og 2007, hjá útróðrarmonnunum í 1975, hjá arbeiðarafeløgunum í 1985, 1987, 2001 og 2003, hjá Starvsmannafelagnum í 1995, 1999 og 2005, hjá Skipara- og Navigatørfelagnum í 1992 og 2002 og hjá Maskinmeistarafelagnum í 2005, bara fyri at nevna nøkur dømi.
Ein rúgva av styttri verkføllum eru eisini lýst við lítlum og ongum freistum.
Tað skal eisini nevnast, at freistir heldur ikki eru galdandi, tá ið tað er lock out.
Sáttmálakrøv
Tað er staðfest í hópin av dómum , at um tú reisir eitt mál sum sáttmalakrav, so kanst tú ikki vinna í gerðarrættinum um sama spurning.
Dømi um hetta er Maskinmeistarafelagið, sum í 2003 tapti mál móti Fíggjarmálaráðnum, tí Maskinmeistarafelagið hevði sett hetta fram sum sáttmálakrav frammanundan.
Tað tykist, sum meirilutin í Fasta Gerðarrættinum fullkomiliga hevur sæð burtur frá, at arbeiðsgevaraumboðini fleiri ferðir hava sett fram sum sáttmálakrav, at t.d. verkfall skal fráboðast við ávísari freist, áðrenn verkfallið kann setast í verk.
Tá ið sáttmálasamráðingar vóru í 2007 millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafeløgini var eitt av krøvunum frá arbeiðsgevarunum, at ein høvuðsavtala skuldu gerast millum partarnar.
Hetta stóð í sáttmálakrøvunum frá Føroya Arbeiðsgevarafelag, ið var handað arbeiðarafeløgunum 13. Apríl 2007. Í hesum sambandi var greitt frá, at verkfallsfreistir skuldu vera partur av høvuðsavtaluni.
Semja var ikki um hetta krav (eins og fleiri onnur krøv) og kom hetta tískil ikki í sáttmálanar millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafeløgini.
Leggið frá tykkum
Dómurin um verkfallsfreistirnar ørkymlar av álvara arbeiðarafeløgini.
Hóast ein meiriluti av dómararunum siga, at tey ikki hava gjørt seg inn á rættin at fara í verkfall, so er tað júst tað, ið dómurin í Fasta Gerðarrættinum ger.
Við dóminum um, at tað skulu vera freistir og nútímans minstukrøv galdandi í Føroyum hevur Fasti Gerðarrætturin gjørt seg inn á eina 100 ára gamla siðvenja í føroysku arbeiðsmarknaðarsøguni.
Dómurin ger seg eisini inn á samráðingarrættin hjá fakfeløgunum.
Undirritaðu arbeiðarafeløg heita inniliga á teir fýra dómararnar Halgir W. Poulsen, Guðrið Joensen, Thorleivur Hoydal og Mariu á Dul um at leggja frá sær eftirsum hesir hava ikki nóg hollan kunnleika til føroyskan arbeiðsmarknaðin. Feløgini meta heldur ikki, at hesi hava skilt sín leiklut sum dómarar í Fasta Gerðarrættinum og/ella leiklutin hjá Fasta Gerðarrættinum.