Leggið eftirskúlan á Eiði

Seinastu árini hevur verið røtt upp undir, at vit eiga at fáa ein eftirskúla í Føroyum, og ætlanin hevur verið at byggja ein slíkan í Hvalba.

Men hví byggja nýggjan eftirskúla fyri nógvan pening, tá vit hava fleiri skúlabygningar standandi, ið hava pláss ella fara at fáa pláss, tá ein neyðug rationalisering av skúlaskipanini er framd?
Eg skjóti tí upp, at nýggjur eftirskúli verður lagdur á Eiði. Har er góður og rúmligur skúli, sum ikki er so yvirfyltur av næmingum longur. Upp í skúlan er bygd ein góð ítróttarhøll, og uttan fyri skúlan er sparkivøllum, sum eg haldi er á leið eins stórur sum ein hondbóltsvøllur, og Niðri á Møl er fótbóltsvøllur í fullari stødd.
Skúlin er sum nevnt bæði góður og rúmligur, høvuðsumvældur og bygt uppí fyri fáum árum síðani, og í grannalagnum hjá skúlanum er Hotel Eiði, sum kann hýsa næmingunum. Møguliga fæst hotellið til keyps, men eg ivist í hvussu er ikki í, at tað í minsta lagi fæst til leigu.
Skuldi tað gjørst eitt sindur trongligt í skúlanum á Eiði, tá ein eftirskúli er byrjaður har, so er ráð fyri tí. Eiðis kommuna og Sunda kommuna samstarva í dag um Felagsskúlan á Oyrarbakka, har næmingarnir í 8. til 10. flokk ganga, og tað skuldi ikki tikið langa tíð hjá hesum báðum kommununum at semjast um at víðka hetta samstarvið til 7. og møguliga eisini 6. flokk, við tilhoyrandi ábótum á Felagsskúlan.
So Helena Dam á Neystabø kann bara fara í gongd við einum eftirskúla. Eg rokni við, hann kann saktans byrja á Eiði longu eftir summarfrítíðina komandi ár, um myndugleikarnir sýna hegni at semjast um hetta mál.