-Vit eiga at síggja útbygging av verandi flogvølli og eina alternativa flogbreyt í Klovanum sum eina heild. Projektið Klovin er sera áhugavert og seriøst heldur flogskipari. -Nú farið verður at longja verandi flogvøll í Vágum eiga vit beinanvegin at taka við uppskotið um at gera eina alternativa flogbreyt í Klovanum, longsta dalinum í landinum, skamt frá verandi vølli. Hesir vøllir fara at supplera hvør annan sera væl, og vit fáa nógvar synerigieffektir við slíkari útbygging, ið fer at gagna øllum Føroyum. Hetta halda ein borgarstjóri, ein flogskipari og ein verkfrøðingur, sum Vinnan í Sosialinum og Vinnurásin hjá Rás2 hava tosað við.
Lesið meira um ?Flogvallaroynna? í Sosialinum, ið kemur á gøtuna seinnapartin og hoyrið eisini um hetta áhugaverda málið í Vinnurásini á Rás2 klokkan 16, har Jan Müller er vertur.