Leggið Almannastovuna og Nærverkið saman

Landið hevur eina sera stóra avbjóðing fyri framman og fyri ikki at enda í álvarsligari kreppu, er neyðugt at taka tøk.
Samstundis sum inntøkur landskassans minka orsaka av heimsumfatandi fíggjarkreppuni, verður hildið á við at útbyggja almennu umsitingina, so at vit eftirhondini hava ein umsitingarligan yvirbygnað, ið als ikki svarar til støddina á samfelagnum

Talið av landsstýrisfólkum og ráðum bara hækkar, nýggjar almennar umsitingar við stjóra og deildarleiðarum verða stovnaðar uttan at taka fyrilit fyri, um samfelagnum tørvar tænastuna.
Hetta kann ikki halda áfram. Vit vita, at stórir árgangir av borgarum eru á veg út av arbeiðsmarknaðinum, sum koma at seta stór krøv til almannaverkið í komandi árum. Hetta eru vit noydd at fyrihalda okkum til, og laga landsins umsiting hareftir.
Tíðin er komin til, at vit í Føroyum langt um leingi seta okkum niður og gera eina realistiska meting av, hvat okkum tørvar av almennari umsiting og tænastum. Og fyrst av øllum: Hvat fáa vit afturfyri tær ovurstóru upphæddirnar, sum á hvørjum ári verða settar av á fíggjarlógini til almenna umsiting?
Politska veðurlagið í hesum tíðum bendir alsamt meira á, at fleiri av teimum fólkavaldu politikarunum kenna á sær, at løgtingsval stendur fyri durum, hóast valskeiðið bert er hálvrunnið. Eg spyrji, um tað er rætt, at landspolitikarar skulu brúka orku upp á at føra valstríð og leggja fótonglar fyri hvønn annan, nú í kreppan herjar, ikki bara í Føroyum, men um allan heim?
Nei, takið heldur og brótið upp ermar og komið í gongd við veruligum politisktum arbeiði, ið gagnar! Vit hava eina góða samgongu, við einum skilagóðum samgonguskjali at arbeiða eftir.
Henda samgongan hevur framvegis eina týdningarmikla uppgávu at røkja, og sum skal vera loyst áðrenn næsta løgtingsval, nevniliga at fáa úrslit á borðið, so at ABC-flokkarnir hava nakað ítøkiligt at fara í valstríð við tá valskeiðið er runnið.
Tit kunnu byrja við at leggja tveir stovnar undir almannamálaráðnum saman, nevniliga Nærverkið og Almannastovuna.
Eingin, eg endurtaki, eingin skilagóð ella logisk orsøk er til, at hava tveir stovnar til at loysa uppgávur, ið eru so nær skyldar hvørjum øðrum. Tað er ikki eitt einasta viðskiftafólk undir Nærverkinum, sum ikki eisini er viðskiftafólk hjá Almannastovuni.
Kortini koyra stovnarnir við hvør sínari leiðslu, hvør sínari fíggjarskipan, hvør sínari KT-skipan, hvør sínari journalskipan, hvør sínari starvsfólkadeild. Stutt sagt, púra óneyðugar dupultfunksjónir, ið ikki eru til gagns hvørki fyri samfelagið ella hin einstaka brúkaran.
Áheitan mín til mín kæra floksfelaga, landsstýriskvinnuna í almannamálum Rósu Samuelsen skal tí vera, at bera so í bandið, at farið verður undir at samanrenna hesar báðar almennu stovnarnar sum skjótast.
Við at kóka funkjsónirnar saman, sum í dag verða avgreiddar hvør í sínum lagi á Almannastovuni og Nærverkinum, verður nógv menniskjaligt tilfeingi frígivið, og eg ivist ikki í, at hetta tilfeingið kann verða føroyska samfelagnum til stórt gagn.
Fyri mær at síggja, er Nærverkið ein óyvirskoðilig skipan við einum tungum yvirbygnaði og einari frumskóg av stovnum og heimum undir sær, har trupult, fyri ikki at siga ómøguligt, er hjá uttanfyristandandi – politikarum til dømis – at fáa skil á hvør tekur avgerð vegna hvønn. Almannastovan hevur eina nógv reinari skipan við greiðari leiðslugongd, sum kundi verið ein góð fyrimynd til at fáa eina reinari skipan í tí partinum av almannaverkinum, sum í dag liggur undir Nærverkinum.
Sjálvandi fer eitt uppskot um at samanleggja stovnar við tí endamáli at spara útreiðslur at møta mótstøðu hjá teimum, ið starvast har – soleiðis vil altíð vera. Men eingin orsøk er at halda upp á eina skipan, ið tíðin er farin frá, einans fyri at varðveita arbeiðsplássini. Tað gevur onga meining.
Stundum er neyðugt at gera broytingar, og broytingar eru ikki altíð til tað verra – heldur ikki hjá teimum, ið verða rakt. Eg ivist ikki í, at vit framhaldandi koma at hava brúk fyri teimum dugnaligu starvsfólkunum, sum vera til yvurs í endurskoðaða Nærverkinum/Almannastovuni. Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum til at byggja okkara land upp til at vera millum heimsins bestu at liva í.
Men at náa tí málinum krevst, at vit duga betur at stýra útreiðslunum, sum fara til almennu umsitingina. Vit skulu hava meira fyri pengarnar, sum brúktir verða. Vit mugu sleppa okkum av við allar dupultfunksjónir, og vit eiga eisini at umhugsa gjølla, hvørjar funksjónir vit kunnu vera fyriuttan.
Sjálvur haldi eg, at tað nýttist ikki at verið tørvur á meira enn seks aðalráðum at stýra einum landi við hálvthundraðtúsund íbúgvum. Eg kundi eisini nevnt fleiri almennar stovnar, ið høvdu havt tað nógv betur um teir vórðu lagdir saman við øðrum stovnum.
Mest innlýsandi og átroðkandi er tó at fáa Nærverkið og Almannastovuna løgd saman. Latið okkum koma í gongd við tað arbeiðið sum skjótast.



Annfinn Brekkstein
starvsnevndarlimur í Sambandsflokkinum