Legg ikki í
Arbeið og stríðið
Kaffi var svart og súltað svar
Set í ringbind hugskot og fundir
Lat Notio vaska hendur og rútar
Legg ikki í
Risarnir geispa
Lat góðar visionir fara í nevnd
Onki ber til sum ikki er prógvað
Ein gomul hugsan í ungari leiðslu
Legg ikki í
Bylgjurnar bróta
Í dimmari nátt sóu unglingar land
Á øtlandi aldum teir veiddu og settu
Stinnastu súlur til okkara vælferð
Legg ikki í
Havsbrúgvin kámast
Á sløttum mahogni rulla bert tøl
Trygt í havnini liggja og kroka
Og viljin at váða bert ílatin orð
Legg ikki í
Heimurin rópar
Tónarnar spæla um ódyrkað land
Um tíðin er búgvin bankarnir bíða
Feløg sum tosa men leggja ei í
Legg ikki í
Gripparnir sveima
Um oyggjarnar flúgva og gloypa sín part
Greivarnir ganga á bonaðum gøtum
Kortini vingla á hálvari leið