Tey flestu eiga eina fartelefon og ganga ofta við henni uppi á sær. Tí er tað natúrligt, um eitt óhapp er hent, at ein fer í fartelefonina at leita eftir teimum nærmastu at ringja til. Tá kann tað verða torført at finna rættan persón, og tí er hugskotið um ICE sprottið.
Tað er sera einfalt at leggja ICE inn sum navn í telefonbókina í fartelefonini og síðani nummarið til tað fólkið, tú vil at tey, ið finna teg skulu ringja til.
Upprunaliga er hugskotið komið úr Bretlandi, har ein portørur varð troyttur av trupulleikanum at royna at fáa fatur á teimum avarðandi. Tá óhapp eru hend, er tað ofta at fólk hava mist vitið ella eru so skelkað, at tey ikki kunnu tosa sjálvi. Hann helt tí, at eitt altjóða navn skuldi gerast, so at lættari er at finna rætta fólkið at ringja til.
Hetta er so ICE sum týtt til føroyskt merkir »í neyðstøðu«.
Jan Rasmussen, ið arbeiðir sum lækni á Landssjúkrahúsinum, heldur at tað ljóðar sum eitt gott hugskot at leggja hetta inn í fartelefonina.
Í Føroyum stendur sjáldan á at fáa fatur í teimum nærmastu, av tí at samfelagið er so lítið, og øll kenna øll. Men føroyingar ferðast nógv, og tá kann tað verða ein tryggleiki at hava ICE innlagt í telefonina.
Tá er eisini týdningarmikið at ein minnist til at seta 00 298 framman fyri nummarið, so at til ber at fáa fatur á føroyskum fólkum. Og helst skal ein eisini siga við viðkomandi, at tú hevur lagt hann ella hana inn í telefonina sum tín ICE.










