Legendariskur guitarleikari deyður

Reggie Young spældi við teim stóru, t.d. Elvis, Bob Dylan og Johnny Cash.

Guitarleikarin Reggie Young er deyður.

 

 

Hóast navnið kanska ikki sigur øllum okkurt, so er hann kendur millum tónleikakøn, og millum stóru stjørnurnar, tí hann leikti við fleiri av teimum heilt stóru.

 

 

Skal takast úr rúgvuni av kendum løgum, har Young spælir guitar, kunnu vit nevna sangir hjá Elvis Presley; Suspicious Minds, Dusty Springfield; Son of a preacher man, og Neeil Diamond; Sweet Caroline.

 

 

Reggie Young byrjaði sum 15 ára gamal og sum 23 ára gamal var hann longu nógv nýttur studiotónleikari.

 

 

Young spældi t.d. saman við Elvis Presley, Bob Dylan, Johnny Cash, Paul Simon og B.B. King.

 

 

Hann andaðist 82 ára gamal í heimi sínum í Leipers Fork, tætt við Nashville.

 

 

Einastu soloútgávu sína gav hann út í 2017, og nevndist hon Forever Young.