Legendariskur fiólleikari deyður

Ísralelski fiólleikarin Ivry Gitlis er deyður.

Hann verður mettur at vera ein hin fremsti tónleikarin í sínum ættarliði, og er ein legenda innan klassiskan tónleik.

Í 1955 var hann hin fyrsti ísraelski tónleikarin, ið fekk møguleika at spæla í Sovjetsamveldinum.

Sína fyrstu fiól fekk Gitlis, tá hann var 5 ára gamal. Sum 10 ára gamal spældi hann sína fyrstu konsert. Tá fiólleikarin Bronislav Hubermen hoyrdi Gitlis spæla, gjørdist hann hugtikin, og bar so í bandi, at Gitlis varð sendur á Conservatoire de Paris, har hann fekk sítt fyrsta heiðurstekin sum 13 ára gamal.

Hann spældi við fleiri av heimsins bestu orkestrum, men kundi eisini hoyrast millum rocktónleikarar og í jazzheiminum.

Hann spældi framvegis fiól, tá hann var fleiri og hálvfems ár. Gitlis var 98 ár, nú hann andaðist.