Seint sunnukvøldið trein rokklegendan Eric ?slowhand? Clapton inn á størsta pallin á Skanderborg fyri eini stórari og spentari fólkamongd. Sum vanligt imponeraði Clapton við sínum gittaratalenti og tí vælspælda akustiska tónleikinum. Hóast Clapton var í góðum hýri og dugdi síni ting, byrjaðu fleiri fólk at standa og tosa saman og geispa um kapp, tí løgini, Clapton hevði valt, fyri ein stóran part ikki vóru so kend millum áhoyrararnar. Hittløg sum ?Tears in Heaven? og ?I Shot the Sheriff? vóru ikki at hoyra í repertoirinum og hetta var tað einasta, man hoyrdi fólk tosa um bæði undir og eftir konsertina. Um áhoyrararnir høvdu væntað at hoyrt allar teir evergreens sangirnar, Clapton gjøgnum tíðina hevur skrivað, vórðu tey skuffaði.
Hóast framførslan var væl skipað og Clapton sum altíð var toptunaður, tyktiskt tað ikki sum, at hann við hesari framførsluni hóskaði til at vera høvuðsnavnið á Skanderborg. Akustiskur gittari og friðarlig, ókend løg høvdu kanska hóska betri til eina hugnaliga konsert fyri Clapton-elskarar, sum kenna øll løg hansara ? men meginparturin av festivalgestunum sýntust ikki til at hoyra til hendan bólkin.