Tað eru sannir jóladagar fyri dartelskarar kring heimin í hesum døgum. PDC heimsmeistaraheitið er í London, og eins og í gjár, so var talan um dart í heimsflokki í kvøld. Fyri aðru ferð upp á tveir dagar bleiv ein spælari sendur heim, hóast hann hevði yvir hundrað í miðal.
Les eisini: Favoritturin úti
Tað var í dystinum millum Peter Wright og Dave Chisnall, sum báðir verða mettir sum menn, ið kunnu bjóða av í oddinum. Hesa ferð endanði tað við. at litríki Peter Wright vann 4-3 í settum, eftir ein dyst í heimsflokki.
Í gjár vann Raymond van Barneveld somuleiðis 4-3, eftir ein dyst av meistarligum dartspælið. Tað kostaði favorittinum, Michael van Gerwen, plássið í kappingini.
Í kvøld fall dartlegendan, tann sekstanfaldi heimsmeistarin Phil “The Power” Taylor. Hann tapti 4-3 fyri 31 ára gamla Jelle Klassen úr Hollandi. Phil Taylor var aftanfyri at kalla allan dystin, men í avgerandi settinum hevði hann ein “matchpíl”, sum tó ikki rakti. Jelle Klassen takkaði fyri, og vann avgerandi settið.