Legenda skal stjórna Everton í dag

Premier League: Tað verður nógv elskaður fyrrverandi spælari, sum skal standa á odda fyri Everton

Tað verða tveir nýggir venjarar í Premier League í dag. Duncan Ferguson er fyribilsvenjari hjá Everton, sum spælir móti Chelsea, meðan Nigel Pearson er settur fyri restina av kappingarárinum hjá Watford.

Everton segði í gjár Marco Silva úr starvi eftir 18 mánaðir. Duncan Ferguson hevur verið í venjaratoyminum hjá Everton, men skal nú standa á odda fyri liðnum, ið hann eisini umboðaði sum spælari. Hann var ágrýtin áleypari, sum aldrin legði fingarnar í millum. Hvørki í sínum spælistíli ella orðadrátti. Tað elska tey hann enn fyri á Goodison Park. Tí er ein møguleiki fyri, at leikvøllurin kókar í morgin klokkan 12.30. 

Nigel Pearson verður triði venjarin hjá Watford í hesum kappingarárinum. Hann tekur við eftir Quique Sánchez Flores, sum sjálvur tók við eftir Javi Garcia. Watford liggur aftast við bara átta stigum. Tað er sjey stig upp til Southampton, ið leggur omanfyri niðurflytingarstrikuna.

1Liverpool15141037:1443
2Leicester15112235:935
3Manch.City15102343:1732
4Chelsea1592430:2129
5Wolves1558221:1723
6Manch.Utd1556423:1821
7Crystal Palace1563614:1821
8Tottenham1555525:2320
9Sheffield Utd1547417:1519
10Arsenal1547421:2319
11Newcastle1554615:2219
12Burnley1553721:2418
13Brighton1553718:2218
14Bournemouth1544718:2116
15West Ham1544717:2516
16Aston Villa1543822:2415
17Southampton1543817:3315
18Everton1542916:2714
19Norwich15321016:3211
20Watford151599:30

8