Ert tú stakur í víðastu merking, og hevur hug at hitta onnur í somu støðu, so bjóðar Zarepta í Vatnsoyrum til eina serliga legu um vikuskiftið.
Slíkar legur hava verið hildnar við jøvnum millum, og munnu tað vera mong sum síggja fram til hetta tiltakið ið verður hildið undir bestu umstøðum.
Yvirskriftin fyri leguna hesaferð er: ?Vel lívið!?
Í bíbliutímum og hugleiðingum fara luttakararnir millum annað at hugsa um, hvussu ein lærir at líta á Gud, og liva eitt lív bæði í viðgongd og mótgongd.
Umframt bíbliutímar og hugnaløtur, verða onnur tiltøk. Um viðrar leygardagin verður farið á ein gongutúr.
- Tey sum eiga børn, skulu ikki halda seg aftur. Tað verður eisini nógv gott og stuttligt fyri børnini, lova fyrireikararnir av leguni.
Legan er fyri øll støk, ið eru 30 ár og eldri.









