Legði á náttarvakt á einum hotelli í Havn

Løgreglan hevur góðar vónir um at finna gerningsmannin

Løgreglan leitar í løtuni eftir einum manni, sum gjørdi seg inn á náttarvaktina á einum hotelli í Havn. Tað var mitt í nátt at ein maður lá í forhøllini og svav, men tá ið náttarvaktin royndi at purra hann út, varð hann rættiligai illur í sær, og legði á vaktin og bæði sparkaði og slóð, men skaði stóðst ikki av tí kortini.

 

Náttarvaktin fekk ringt eftir løgregluni, men tá ið løgreglan kom á staðið, bar maðurin stungin av. Løgreglan sigur, at hann han fór upp í ein bil. Men tað er ikki vist at hann sleppur so lætt kortini, tí vakmyndatól eru á hotellinum og nú fer løgreglan at hyggja at myndunum, sum eru tiknar upp, fyri at vita um tey ikki kenna mannin aftur.

 

Annars hevur verið rættiliga friðarligt í nátt. Tveir mans fóru til hendur á einum skeinkistaði í Eysturoy, og teir fáa báður bót fyri at hava brotið politiviðtøkurnar. Onkur húsaófriður var og har varð ein maður burturvístur, og einstaðni, har tey selja mat um náttina, var ein maður til so stóran ampa, at eisini hann varð burturvístur

 

Løgreglan kannaði eisini bilar í nátt og í tí eina bilinum funnu tey útgerð at roykja hassj við, og ymiskt annað í tí sambandi, so har fellur ein skuldseting um brot á rúsevnalógina.