Legði álopið til rættis í fleiri vikur

29 ára gamli Sayfullo Saipow, ið mánadagin drap átta fólk og løstaði tólv onnur, hevði brúkt fleiri vikur upp á at leggja álopið til rættis, sambært seinastu upplýsingunum frá løgregluni í New York. Tað skrivar Danmark Radio í dag.


Sambært løgregluni, so fylgdi Sayfullo Saipow leiðbeiningum hjá Islamska Statinum, ið hann hevði funnið á sosialum miðlum, og framdi álopið í navninum hjá yvirgangsfelagsskapinum.


Av teimum átta fólkunum, ið lótu lív, tá Sayfullo Saipow rendi bilin inn í mannamúgvuna nærhendis World Trade Center, vóru seks ferðafólk. Fimm av teimum vóru úr Argentina, meðan ein var úr Belgia.


Sayfullo Saipow er føddur miðasiatiska landinum Usbekistan, men kom lógliga til USA í 2010. At byrja við búði hann hjá familju í statinum Ohio, men hevur síðan búð í Florida, áðrenn hann flutti til statin New Jersey, ið er nærhendis New York.