Bretski fiskimálaráðharrin, Michael Gove, hevur verið í Føroyum í gjár og í dag. Hann hevur verið á fundi við Høgna Hoydal og Poul Michelsen, landstýrismonnum.
Sum flestum kunnugt, so fer Bretland úr ES um tvey ár og í tí samband bleiv millum annað tosa um fiskivinnusamstarv í framtíðini og um handilsviðurskiftini millum londini, nú Bretland ætlar sær úr felagsmarknaðinum í Evropa.
Tað var tó ikki einans politikkur, sum var á skránni. Michael Gove tók sær eisini stundir at fara í kirkjugarðin við Velbastaðvegin, har 38 bretskir hermenn liggja jarðaðir.
Saman við fylgi sínum, umframt Høgna Hoydal og bretska konsulinum í Føroyum, Tummas Hanus Dam, nýttu teir eina løtu í kirkjugarðinum, har fiskimálaráðaharrin var kunnaður um viðurskiftini undir krígnum.










