Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Ein verulig sensasjón hendi í triðja umfari í ensku FA Cup kappingini leygardagin. Gamla stórliðið úr Yorkshire, Leeds United hevur havt eina rættiliga anonyma tilveru tey seinastu árini. Hvítklædda liðið hevur upplivað at flyta úr Premier League, og heilt niður í triðbestu deildina. Fíggjarstøðan hjá felagnum hevur verið út av lagi vánalig, men nú tykist sum um bjørnin er vaknað úr dvala.
Leeds United er oddalið í League One, sum er triðbesta deildin, men tað vóru fá, sum spáddu liðnum nakran møguleika ímóti ensku meistarunum, Manchester United á Old Trafford. Men tá alt var liðugt á Old Trafford, var tað triðjudeildarliðið, sum var í barónaseingini, meðan Alex Ferguson upplivdi sín størsta skelk síðani Liga Cup tapið ímóti York City í 1990-árunum.
Alex Ferguson hevur ongantíð roynt at blivið sligin út úr FA Cup kappingini í triðja umfarinum, men aftaná 23 ár í venjarasessinum er hann so tað royndina ríkari. Sigurin var fult uppiborin. Leeds bardist manniliga allan dystin, og teir 9.000 áskoðarnir gjørdu sítt ítarsta fyri at stuðla liðnum.
Manchester United trýsti fyri at javna, men fyrrverandi Brøndby-málverjin, Casper Ankergreen vardi væl fyri einari góðari roynd hjá Wayne Rooney. Leeds rakti træverkið, og vóru vandamiklir í mótálopinum. Venjarin hjá Manchester United, Alex Ferguson segði aftaná dystin, at spælarnir hjá Leeds bardust sum leyvir, men samstundis gav hann sínum egnu spælarum og dómaranum, Chris Foy av grovfíluni. Í fjórða umfari skal Leeds møta Tottenham á White Hart Lane.
Umdystir
Eitt annað gamalt stórlið, Nottingham Forest hevði ein ógvuliga gyltan møguleika at senda Birmingham City út úr steypakappingini, men Robert Earnshaw forkom møguleikanum, tá hann sendi eitt brotspark upp um málið.
Nú má Forest spæla umdyst í Birmingham. Hóast Reading bert hevur vunnið 5 av 24 dystum í The Championship, og hóast teir liggja á einum 20. Plássi í næstbestu fótbóltsdeildini, so spældi liðið ein branddyst ímóti Liverpool á heimavølli á Majdejski Leikvøllinum. Reading megnaði at fáa javnleik 1-1, og harvið rættin til ein umdyst á Anfield. Simon Church legði Reading á odda frá stuttari fjarstøðu, tá 24 minuttir vóru farnir, 12 minuttir seinni javnaði Steven Gerrard til 1-1.
Gjørdu sína skyldu
Tað var ikki so nógvur slingur í valsinum hjá øðrum Premier League liðum, tá hesi liðini møttu liðum úr lægri deildum. Chelsea gjørdi stutta prosess við Watford. Longu tá 22 minuttir vóru farnir, var støðan 3-0 til Chelsea, og so kundi liðið taka sær av løttum. Tá alt var leyst og liðugt hevði Chelsea vunnið 5-0.
Bolton hevði trupuleikar við at koma í gongd ímóti Lincoln City í fyrra hálvleiki, og tá liðini fóru til hálvleiks, var støðan framvegis 0-0. Men í seinna hálvleiki setti Bolton tingini uppá pláss við einum 4-0 sigri. Everton hevði sítt hoyggj við Carlisle í fyrra hálvleiki. Tá liðini fóru til hálvleiks var javnleikur 1-1. Men ímóti dystarenda fingu Cahill og Baines hol á, so Everton vann 3-1. York skelkaði Stoke, tá Barett legði teir York á odda aftaná 22 minuttir spæl, men longu tríggjar minuttir seinni hevði Stoke lagt seg á odda 2-1, og í seinna hálvleiki fekk Stoke eitt mál aftrat.
West Ham sá ein gyltan møguleika at koppa Arsenal, tá Wenger hevði sagt, at hann fór at senda fleiri eykamenn á vøllin. Men eykamennirnir vístu sítt virði, og kundi Wenger fegnast um ein 2-1 sigur á Upton Park. Alessandro Diamanti legði annars West Ham á odda beint fyri steðgin, men seint í seinna hálvleiki vendu Ramsey og Eduardo dystinum fyri Arsenal. Tað var kortini Preston North End sum stóð fyri tí størsta sigrinum í triðja umfari, tá teir vunnu 7-0 á Colchester á heimavølli. Preston møtir Chelsea á heimavølli í fjórða umfarinum.