Spælararnir hjá enska felagnum Leeds vóru so fegnir um sigurin á Preston North End um vikuskiftið, at teir smildraðu skiftingarrúmið á heimavøllinum hjá Preston North End. Sigurin hjá Leeds hevði við sær, at felagið skal spæla Play-off finalu um at sleppa við í Premier League. Fyrri dysturin endaði við javnleiki á heimvøllinum hjá Leeds, og tá høvdu spælararnir hjá Preston feiðrað úrslitið ógvusligt. Hetta skuldi takast aftur, nú Leeds vann samanlagt, og tað gekk út yvir skiftingarrúmið, har vask, veggir og hurðar hava fingið skaða. Leeds sigur seg kanna tilburðin.










