(Sjónbandabrot)Enskur fótbóltur er raktur av einari áskoðaragølu, tá ein Leeds áskoðari í gjár rann inn á vøllin og sló málmannin hjá Sheffield Wednesday, Chris Kirkland, í andlitið.
Hendingin fór fram eitt korter fyri tíð. Leeds hevði júst javnað í grannauppgerðini og Chris Kirkland hevði júst tikið bóltin úr málinum, tá ein áskoðari kemur rennandi frá áskoðaraplássunum aftanfyri málið. Hann rennur upp á tvørs av málinum og sendur báðar hendurnar í andlitið á Chris Kirkland, sum endar í gólvinum.
Venjarin hjá Leeds, Neil Warnock, var í øðini aftaná dystin og vil hava mannin inn at sita fyri hendingina. Felagið hevur eisini biðið um umbering fyri hendingina, og lova at hjálpa løgregluni við at finna fram til mannin.
Hendingin kann síggjast undir greinini.