Leeds skal upp sigur McAllister

Fyrrverandi Leeds liðskiparin hevur fingið ein stuttan sáttmála frá stjóranum, Ken Bates, eftir at venjarin Dennis Wise heilt óvæntað valdi at fara til Newcastle. McAllister tosaði við The Yorkshire Radio, har hann millum annað segði, at - Stutta málið er uppflyting. - Eg eri her í fyrsta lagi til juni, og mín uppgáva er heilt einføld tann, at eg skal kick-starta felagið.

 

Tá ein nýggjur venjari verður settur í januar er tað vanliga tí at hann skal royna at venda einari keðiligari gongd, men tað er ikki hetta, ið Gary McAllister skal gera, tí felagið er longu í einari heilt góðari støðu, eftir umstøðunum.

- Eg komi til eitt vinnandi felag, og takkað verið Dennis Wise og dreingjunum er hetta møguleiki. Eg fari at arbeiða fram móti málinum, ið er at fáa Leeds United upp í The Championship, og hvat síðani hendir, fer bert tíðin at vísa. Leeds United skal upp eftir, og Elland Road hevur brúk fyri at liðið kemur upp úr League One, og kanska longur fram, sigur avgjørdi skotin, Gary McAllister.

 

McAllister ætlar ikki í fyrstu syftu at byrja at leita sær eftir fólki at arbeiða saman við. Hann fer at heldur at lata tíðina vísa, hvussu leikur fer.

 

Eftir at McAllister kom til Leeds frá Leicester fyri 10 milliónir krónur, í 1990, megnaði hann at spæla 300 dystir fyri liðið av. Hann var millum annað við at vinna meistaraheitið í 1992, saman við kendum nøvnum, sum Gordon Strachan, Gary Speed, David Batty og Eric Cantona. Tað tíðina var Howard Wilkinson venjari.