Jermaine Beckford, sum fyri tveimum vikum síðani skoraði sigursmálið á Old Trafford, bjargaði leygardagin Leeds umdyst ímóti Tottenham í ensku FA Cup-kappingini, tá hann skjeyt bæði málini í 2-2 javnleikinum. Undan hesum hevði danski málverjin, Casper Angergren, lagt botn undir sensatiónina við brotssparksbjarging, áðrenn Beckford fór í gongd, so Leeds fær nýggjan dyst á Elland Road.










