Leeds flúgvandi

Heiðurskrýnda stórfelagið Leeds United hevur sæð betri dagar.

Í fjør fluttu teir niður í triðbestu ensku deildina, eftir at verða dømdir til tíggju minusstig, sum rættiliga gjørdi enda á vónunum um at halda sær í deildini. Felagið var sett undir umsiting og noyddist at byrja kappingina við minus fimtan stigum. Felagið er kortini byrjað væl, og eftir at hava vunnið fyrsta dystin 2-1 á útivølli, fylgdu teir upp við einum 4-1 sigri á heimavølli móti Southend leygardagin