Fyrrverandi enska stórfelagið, Leeds United, hevur ikki havt ta bestu gongdina síðstu árini.
Fyri nøkrum árum síðani mátti liðið tungu leiðina niður í næstbestu deildini, og tá júst farna kappingarár var komið at enda, gjørdist greitt, at Leeds enn einaferð flutti niður - nú í triðibestu deildina.
Og nú hevur felagið fingið enn eitt skot fyri bógvin. Felagið hevur leingi verið í fíggjarligum trupulleikum, og fyri eini tíð síðani bleiv Leeds dømt at byrja komandi kappingarár við -15 stigum. Hesa avgerð kærdi leiðslan í Leeds, men nú hevur ligain avgjørt av halda fast um dómin, at Leeds skal byrja komandi kappingarár við -15 stigum.
Sostatt eru møguleikarnir hjá Leeds ikki serliga stórir at venda beinleiðis aftur til næstbestu ensku deildina.