Australski sjónleikarin Heath Ledger doyði brádliga fyrr í ár. Hann gjørdist bert 28 ára gamal. Nú verður Ledger uppkallaður í australska býnum Perth, haðani hann er ættaður. Eitt nýtt sjónleikarhús fyri umleið 400 milliónir krónur skal byggjast har, og tað skal hava navnið Heath Ledger Theater. Sagt verður, at nýggja sjónleikarhúsið skal verða ein heiður til sjónleikaran, sum millum annað spældi við í nógv umtalað filminum Brokeback Mountain.










