Led Zeppelin reunion møgulig

Oddamaðurin í bólkinum, Robert Plant, sigur seg vera tøkan í 2014 og hann sigur seg bert bíða eftir svari frá hinum limunum í bólkinum um, hvørt Led Zeppelin kemur saman aftur í 2014.

 

Sambært gaffa.dk hevur Plant sagt, hann bíðar eftir, hvat Jimmy Page og hinir siga.

Spenningur er sostatt í luftini um, hvørt eitt av heimsins heilt stóru rocknøvnum aftur verður at uppliva á palli.

Seinasta konsertin hjá bólkinum var í London í 2007 og var heta fyrsta veruliga konsertin síðani 1980.

 

Tað sigst, at Jimmy Page arbeiðir við at re-mastra fleiri av útgávunum hjá Led Zeppelin.