Tað finnast 34 fyrimunir við at nýta led-ljós heldur enn vanligu gløðiperuna.
Tað staðfesti Tróndur Djurhuus, nevndarformaður í Ledfo, ið er ein fyritøka, sum hann saman við Toni Dam stovnaði fyri smáum tveimum árum síðani.
Teir hava lagt seg eftir at ment ledljós, ið verða framleidd við diodum. Hetta merkir millum annað, at ljósini ikki útvikla hita, tey eru munandi meiri haldbær enn vanlig ljós, tey eru ikki á nakran hátt vandamikil, heldur ikki sum burturkast og tey krevja munandi minni orku enn traditionellu ljósini.
- Diodurnar verða framleiddar í USA fyri tað mesta, men ljósini sjálv verða framleidd í Kina. Vit hava samstarvsavtalur við fimm fyritøkur í Shenzhen, sum er kinesiska svarið upp á Silicon Valley í USA, og har hava vit verið við at ment ljósini til føroyska marknaðin niður í minstu skrúvu, sigur Tróndur Djurhuus, ið er nevndarforamður í Ledfo, har Toni Dam er stjóri.
Nevndarformaðurin greiddi frá, at hjá teimum verður sjálvandi trupult at kappast móti heimsfyritøkum so sum Osram og Phillips, sum jú eiga meginpartn av húsarhalds marknaðinum.
- Vit eru í einari serstøðu á øðrum økjum í Føroyum. Vit eiga heimsins størsta fiskiflota lutfalsliga, og vit eiga heimsins dugnaligastu sjófólk. Og tað er á tí økinum, at vit veruliga kunnu verða ikki bert kappingarførir, men eisini fremstir á økinum, sigur Tróndur Djurhuus.
Royndarskipan
Teir hava tí í meiri enn eitt ár havt samstarv við føroyska fiskiflotan, serliga tvey grønlendsk skip og so føroyska Havborg.
- Føroyskir maskinmenn eru serstakliga dugnaligir, og vit hava eitt stak gott samstarv við fleiri teirra. Allir hava verið til reiðar at royna okkara ledljós í dekksljósum og øðrum ljósum umborð, eitt nú í maskinrúminum. Hetta hava verið royndir, ið hava hepnast sera væl, sigur Tróndur Djurhuus.
Tey, ið kenna til sjólívið, vita dekksljós ofta mugu skiftast vegna veður og vind, men royndirnar umborð á føroyska og grønlendsku skipunum hava verið góðar higartil.
- Vit hava havt okkara dekksljós umborð í eitt ár nú, og higartil hevur ikki verið neyðugt at skift eitt einasta ljós, tað verið seg dekksljós ella ljósrør í maskinrúmunum, sigur Tróndur Djurhuus.
Eisini hava teir royndarkoyrt gøtuljós í Tórshavnar kommunu, eins og Sløkkiliðið í Tórshavn hevu skift projektørar úti og ljósrør inni, og bæði kommunan og sløkkiliðið eru stak væl nøgd við ikki bert ljósgóðskuna, men eisini við tær munandi sparingarnar, ið hetta førir við sær.
- Royndir hava víst, at við at nýta ledljós minkar tú um orkunýtsluna við umleið 75%, og tað merkir eina sparina á 42.000 MWT um árið. Og tað sparir okkum samstundis fyri tíggjutúsundtals tons av CO2 utláti um árið, sigur Tróndur Djurhuus.