Leadberry í Sirkus

Bólkurin Leadberry, sum stendur av Jústinesi í Túni og Sakarisi Emil Joensen, spælir í Sirkus í Havn hóskvøldið. Í mai spældu teir seg í Singer-Songwriter finaluna, har teir vunnu heiðurin at spæla á G! Festivalinum. Tónleikurin, teir spæla, er eitt slag av popputum fólkatónleiki, sum handlar nógv um bæði góðar og keðiligar síður av kærleika.

Tá teir hava framført, hevur tað verið undir navninum ´Jústines og Sakaris´, men nú kalla teir seg Leadberry, ið á føroyskum er Blýggjber.

- Vit settu okkum niður í nakrar tímar og spældu við nøkur nøvn, og endaliga úrslitið bleiv Leadberry. Tað er sum so eingin ógvsulig meining aftan fyri navnið. Vit halda bara at tað ljóðar væl, sær gott út og riggar væl, segði Jústines í Túni við MESS.fo fyrr í vikuni.

 

Síðan navnabroytingina hava teir lagt tvey løg út á netið. Hesir eru ´Running´ og ´Hello Pretty´. Hoyr løgini á Facebook: www.facebook.com/pages/Leadberry/152118048153136

Leadberry í Sirkus hóskvøldið 23. september kl. 21.00.