Lea, Konni og Sakaris kappast um prísin

Leygardagin klokkan 16.45 verður avdúkað hvør tónleikabólkur ella einstaklingur vinnur Væl á veg prísin fyri 2016, ið G! Festivalurin letur í samstarv við Atlantic Airways og Iceland Airwaves Music Festival.


Longu nú er tó greitt hvørji tey tilnevndu eru til heiðurin, eitt gávubræv á 20.000 krónur frá Atlantic Airways og møguleikan at framføra á íslendska tónleikafestivalinum Iceland Airwaves Music Festival í november.


Tey tilnevndu eru Konni Kass, Lea Kampmann og SAKARIS.


Hetta er fimta árið á rað, at G! Festivalurin, Atlantic Airways og Iceland Airwaves Music Festival handa einum føroyski bólki ella einstaklingi Væl á Veg prísin.